Høll á Fútakletti

Í løtuni verður enn ein høll reist á smoltstøðini hjá Hiddenfjord á Fútakletti. Arbeiðið at reisa stálkonstruktiónina og inniloka við sandwich-elementum tekur eftir ætlan tríggjar vikur.

Stálkonstruktiónin er við lukkaðum ásum og bjálvað við 100mm sandwich-elementum. Sandwich-panelini eru í korrisiónsflokki C5. Skrúvurnar eru rustfríar og allir inndekningar galvaniseraðir.

Tað eru J+H Byggivirkið og Trøðhamar, sum gera arbeiðið.