Upplatingartíðir

Mánadag - fríggjadag: 8:00-17:00
Leygardag: 9:00-12:00


Samband

Sandavágs Timburhandil 
á Hillingatanga 6 
360 Sandavágur

Tel. +298 332700
Faks +298 332701
E-postur: timbur@timbur.fo

Síðstu raðhúsini á Dýrindalsgøtu verða reist

Í nøkur ár hava Sandavágs Timburhandil og J&K Petersen bygt sera snotiligu raðhúsini í Dýrindalsgøtu í Hoyvík. Í dag eru húsini í seinastu rekkjuni reist.

Fleiri enn 40 hús eru bygd, nøkur í tveimum og nøkur í trimum hæddum. Uttan eru tey klædd við skifer og timbri. Innan hava eigararnir fingið loyvi at seta síni sermerki á, í samstarvi við byggileiðsluna.

Samtakið J&K Petersen og Sandavágs Timburhandil stendur fyri verkætlanini, men fleiri handverkarafyritøkur gera arbeiðið. Seinastu fleiri rekkjurnar hava Muller spf. úr Kvívík staðið fyri innilokan, meðan AK-Smíð hevur gjørt liðugt innan og samskipað arbeiði við el-innleggjara, HVS og málara.