Sandavágs Timburhandil yvirtekur Uno og Skousen
Sandavágs Timburhandil víðkar um virksemið
1. januar yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn, og sostatt verða køkar og hvítvørur eisini við í vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli.
Yvirtøkan er eisini enn ein liður í at betra um marknaðarstøðuna hjá Sandavágs Timburhandli í høvuðsstaðarøkinum, har Sandavágs Timburhandil lat upp væl móttikna handverkarabúð í summar. Handverkarabúðin húsast fyribils enn á Heygsvegnum ímeðan hølini í Smiðjugerði verða fyrireika. Væntandi verður flutt niðan í Smiðjugerði um 6-8 vikur.
Eftir ætlan verður køksdeildin partur av Sandavágs Timburhandli, meðan Skousen framhaldandi kemur at virka undir egnum navni og við egnari tænastudeild, sum eisini heldur til í Smiðjugerði.
Uno byrjaði sum súkkluhandil og síðan køkshandil, áðrenn Skousen legðist afturat í 2019. Skousen er annars væl kent í Føroyum og hevði í fleiri ár væl rikna deild á Staravegnum á Hálsi í Havn.
Sandavágs Timburhandil varð stovnaður í 1974 og fyllir sostatt fimmti í ár. Frá at vera ein meira staðbundin timburhandil nógv tey fyrstu árini, er Sandavágs Timburhandil í dag veitari til byggivinnuna og einstaklingar um alt landið, og til alt frá smærri umvælingum og til størstu verkætlanirnar – við ókeypis útkoyring har landfast er.
Í sambandi við umleggingina eru køksdeildin og Skousen í Smiðjugerði afturlatin hesa vikuna, men latið verður uppaftur 8. januar.