Politikkur

SØLU- OG FLUTNINGSTREYTIR HJÁ SANDAVÁGS TIMBURHANDLI

Flutningur:
Flutningur á bústað keyparans, ella annan avtalaðan bústað er ókeypis, um ikki serstøk avtala er gjørd um hetta.

Tilboð:
Nøgdar útrokningar eru vegleiðandi og eiga at verða eftirkannaðar av kunda.

Sølutreytir:
Fyri keyp undir kr. 375 íroknað meirvirðisgjald, verður eingin avsláttur veittur, hóast avtala annars er gjørd um avsláttur.

Gjalding:
Er eingin føst avtala gjørd, verður goldið netto kontant við móttøku av faktura. Ein og hvør avsláttur er treytaður av, at goldið verður rættstundis.

Vantandi gjald ber við sær rentuskyldu. Mánaðarlig renta á 1,5% verður roknað ein mánaða eftir fráboðan av kravi.

Returvøra:
Vøra verður bert tikin retur, um avtala er gjørd um hetta frammanundan í hvørjum einstøkum føri. Vøran skal vera óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligari innpakking.

Vøra, ið vit serstakt hava útvegað til kunda, verður ikki tikin retur.
Til at veita trygd fyri at vøra er keypt frá okkum, skal keypari leggja fram faktura upp á vøruna, tá ið vøran verður latin retur.

Góðkend returvøra verður góðskrivað við frádrátti á minst 10% av fakturaprísi og skal verða send goymslu okkara franko. Fyri heintan av returvøru, verður kundin kravdur fyri kostnaðin av hesum.

Brek:
Tá ið keypari hevur fingið vøru, skal hann beinanvegin og áðrenn nýtslu kanna, um brek eru við henni. Endurgjaldskrav fyri brek, herundir mongdarmun, ið verður ella átti at verið funnin við slíkari kanning, skal vera sett fram beinanvegin og í seinasta lagi átta dagar aftaná, at vøran er flutt á stað keyparans. Annars verður endurgjaldskrav ikki góðtikið.

Vit átaka okkum onga endurgjaldsábyrgd av breki, ið er elvt av óhóskandi ella skeivari nýtslu.


Kostnaðir

Kostnaðir Útkoyring:
Útkoyring er ókeypis, har landsfast er, herundir umvegis tunlar og brýr.

Fyri útkoyring í oyggjar, har annar flutningsháttur eisini verður nýttur, verður støða tikin til kostnaðin og avtala gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Ómaksgjøld:
Fyri fakturar og kontoavrit, ið verða send sum bræv, verður tikið ómaksgjald á kr. 25.

Rentur:
Um fakturi ikki verður goldin rættstundis, verður renta á 1,5% mánaðarliga tilskrivað kontuna.

Rykkjaragjald:
Fyri rykkjara 3, kr. 200,00.
Eftir hetta verður krav sent til innheintingar hjá sakførara uttan aðra ávaring.

Tørv á hjálp?Ring ella send eini boð: