Starvslýsingar

Skousen søkir lærling

Kundi tú hugsa tær eitt spennandi arbeiðspláss við einum góðum og stuttligum toymi, og samstundist fáa læru og útbúgving? So er hetta nakað fyri teg!

 

Skousen gjørdist partur av Sandavágs Timburhandli 1. januar 2024. Sum lærlingur hjá Skousen fært tú upplærling í sølutilgongdini og kundatænastu. Eisini fært tú møguleikan at menna tínar persónligu og fakligu førleikar. Sum lærlingur sleppur tú eisini niður til Danmarkar á vitjan hjá Skousen og á skeiðvirksemi.

 

Tínar uppgávur:

  • Kundasamskifti
  • Bíleggja vøru
  • Taka ímóti vøru
  • Avgreiða sølu og tilboð

 

Vit vænta av tær:

  • Ágrýtin og framburðarfús/ur
  • Áhugað/ur í sølu og tænastu
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum saman við øðrum
  • Dugur at samskifta í skrift og talu

 

Sandavágs Timburhandil Skousen er eitt arbeiðspláss við pláss fyri skemtið og góðum samarbeiði.

 

Um tú hevur áhugað í at gerast partur av okkara toymi, so er at senda eina umsøkn og CV til ebbe@timbur.fo

Ynskir tú at hoyra nærri um starvið, so er at ringja á tlf. 232709

 

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Freistin at søkja er 6. mai

Tørv á hjálp?Ring ella send eini boð: