Skúlahjálp

Skúlahjálp til handilin hjá Sandavágs Timburhandli og Skousen í Tórshavn
Hevur tú hug at arbeiða sum sølufólk í einum spennandi og avbjóðandi handli? So er hetta júst nakað fyri teg!
Vit leita eftir einum dugnaligum/ari skúlahjálp, sum kann arbeiða bæði í handlunum hjá Sandavágs Timburhandli og Skousen í Tórshavn.
Um starvið
Fyri okkum snýr tað seg um at geva okkara kundum eina góða uppliving við persónligari og hjartaligari tænastu. Tí leita vit eftir einum starvsfólki, sum er eldhugað, arbeiðssamt og gevur alt fyri at røkka hesum máli. Starvið er í einum fjølbroyttum og spennandi umhvørvi, har góðir møguleikar eru fyri menning og læru.
Arbeiðstíð
Arbeiðið umfatar nakrar tímar um vikuna og leygardagar, við møguleika at tillaga arbeiðstíðina eftir skúlagongd og ynskjum. Arbeiði verður skift millum handlarnar hjá Sandavágs Timburhandli og Skousen.
Arbeiðsuppgávur
- Hjálpa og vegleiða kundum og veita eina góða tænastu
- Halda handilarnar ruddiligar, snotiligar og áhugaverdar
- Tryggja at framsýningarnar eru væl skipaðar og vekja ans
Tað vænta vit av tær
- At tú ert arbeiðssam/samur, álítandi og røkin
- At tú hevur eyga fyri smíðiligum og reinum umhvørvi
- At tú dugir at hava fleiri arbeiðsuppgávur í senn og ert liðilig/ur og smidlig/ur
- At tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
Vit bjóða tær
- Góða upplæring
- Eitt jaligt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum
- Møguleikar at menna teg innan handil og sølu
- Kundi tú hugsað tær at verið partur av okkara toymi? Umsóknir verða viðgjørdar skjótast tilber.
Umsókn og nærri upplýsingar
Um tú hevur spurningar ella ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til Ebba Thomsen á teldupost: ebbe@timbur.fo ella ringja á tlf. 23 27 09.