Starv
Lærlingur til Handverkarabúðina hjá Sandavágs Timburhandli
Handverkarabúðin hjá Sandavágs Timburhandli í Tórshavn søkir sølulærling.
Sum lærlingur hjá okkum kemur tú at arbeiða tætt saman við royndum sølufólkið og tú fær møguleikan at læra um sølutilgongdina frá byrjan til enda. Og m.a. fært tú læru í samskiftið og kundatænastu, og hetta gevur tær møguleikan at menna tínar persónligu og fakligu førleikar.
Vit søkja ein lærling, sum:
- Hevur góð samskiftisevnir
- Er áhugaður í at læra um sølu
- Er tænastusinna/ður og hevur eina positiva tilgongd til arbeiði.
- Er skipa/ður og klárar at hava fleiri bóltar í luftini samstundi.
Vit bjóða:
- Eitt spennandi lærupláss við einum møguleika at verða ein partur av einum góðum toymi
- Upplæring í sølutilgongdini og kundatænastu
- Møguleikan at menna tínar persónligu og fakligu førleikar
- Eitt gott arbeiðsumhvørvið við pláss fyri skemtið og góðum samarbeiði
Um tú hevur áhugað í at gerast partur av okkara fantastiska toymi, so er at senda okkum eina umsøkn og CV til ebbe@timbur.fo
Ynskir tú at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin tú venda tær til Ebba Kristinn Thomsen, á telefon 23 27 09.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
Freist at søkja er 20. apríl 2023.

Dámar tær væl at koyra bil?
Vit søkja eftir bilførara.
Sum bilførari kemur tú runt Føroyar við vøru og eingin arbeiðsdagur er eins.
Tú kemur at starvast í einum toymi við fleiri bilførarum, men má tó megna at arbeiða sjálvstøðug/ur
Uppgávurnar er nógvar og fjøltáttaðar, og tí er týdningarmikið, at tú:
Ert sjálvsstøðug/ur
Ert røkin
Hevur góðar samstarvsførleikar
Ert tænastusinnað(ur)
Vit bjóða:
Eitt spennandi starv
Løn sambært avtalu
Eitt gott arbeiðsumhvørvið
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, ring so til Arvid á tlf. 23 27 07.
Umsókn skal sendast jarnhold@timbur.fo.
Freistin er 26.05.23